Ætlar tú at byrja á miðnámi eftir summarsteðgin? Hóskvøldið 20. februar er opið hús á Glasi frá kl. 19 til 21. Her kunnu komandi næmingar og foreldur kunna seg um øll útbúgvingartilboðini á Glasi.
Lestrarvegleiðarar, lærarar og leiðsla á Glasi eru tøk at vegleiða – kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa.
Møguleiki verður eisini at vitja teknisku og kreativu verkstøðini á Glasi.
DAGUR: HÓSKVØLDIÐ 20. FEBRUAR
TÍÐ: KL. 19:00 TIL 21:00
STAÐ: GLASIR (byrja í Atrium)
Skrá:
19.00 Vælkomin og yvirskipað kunning
– Elsa Maria Holm Olsen og Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjórar, um útbúgvingarnar
– Lestrarvegleiðingin kunnar um teirra leiklut, um logopedi og næmingatænastur annars
19:40 Kaffi
19.50-21.00 Næmingar og foreldur kunna seg um verkstøð og breytir
Trý kunningarumfør. Hvørt umfar tekur 20 minuttir. HØLISYVIRLIT VERÐUR TØKT TALGILT OG Á PAPPÍRI
Umfar 1: Kl. 19.50-20.10
Umfar 2: KL. 20.15-20.35
Umfar 3: KL. 20.40-21.00
Umfar 1-3: VERKSTØÐ OG BREYTIR
Til ber at velja eitt av hesum í hvørjum umfari:
– Búskaparbreyt og FHS og búskaparligar lærugreinar
– Hugbreyt og mállærugreinar
– Fyrireikingarbreyt
– Náttúrubreyt og náttúruvísindaligar lærugreinar
– FSF Úrvalstilboð
– Timburbreyt og Elbreyt
– Smiðju/maskinbreyt og Bilbreyt
– Hárbreyt, Klædnaatstøði og Tilvirkisatstøði
– Serbreyt
– Autismuflokkurin
– Miðnám fyrireiking
– International Program
Lestrarvegleiðingin verður at hitta alt kvøldið.
Vitja okkara fakhøli á 4. hædd
– Tónleikur. Høli 401-402
– Myndlist og dekoratión. Høli 403-404
– Miðlakunnleiki. Høli 405