Eftir nakrar illveðursdagar sær út til, at samferðslan kemur aftur í rættlag mikudagin. Undirvísing verður tí aftur sum vanligt á Glasi mikudagin.
Á heimasíluni skrivar Strandferðslan:
”Eftir trimum døgum við nógvum avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum kann væntast, at ferðslan er komin aftur í rættlag mikudagin 5. januar, tá allir bussar og allar ferjur koyra og sigla smbr. ferðaætlan”.
Veðurforsagnirnar fyri hósdagin siga aftur frá nógvum vindi. Tó er enn óvist, um hetta fer at ávirka samferðsluna – og um hetta ávirkar undirvísingina á Glasi. Vit fylgja støðuni og kunna nærri, tá meira er at frætta.