Nú hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College í Dale Kommune, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen. United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka altjóða miðnámssprógv, kallað IB (International Baccalaureate), á einum altjóða miðnámsskúla í Dale Kommune í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2023 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving.

Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum (kann takast niður niðanfyri), skulu umvegis teldupost sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi týsdagin 14. februar 2023. Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða mikudagin 23. februar 2023, kl 16 í Tórshavn.