25. juni 2026 var hátíðardámur á Glasi, tá 381 næmingar og lærlingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi endaðu sína skúlagongd her.
Atrium á Glasi var á tremur við næmingum og lærlingum og teirra avvarðandi.
Una Joensen, rektari, flutti fram røðu, har hon hugleiddi um tað perfekta og óperfekta. Næmingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi fluttu eisini fram røðu.
Tónleikaframførslur vóru eisini. Til fyrstu prógvhandanina sang Filip á Smið “Her er løtan”, sum hann framførdi í sendingini Hoydalar.
Til tvær tær næstu prógvhandanirnar spældu Bjørn Berghamar Patursson og Báraldur Nolsøe Martinsson, sum báðir ganga á musikkskúlamiðnámi. Teir framførdu tvær cello duettir eftir tónaskaldinum Friedrich August Kummer.
Eftir prógvhandanina var myndatøka, meðan kaffi og okkurt gott afturvið varð borðreitt á 3. hædd. Her savnaðust fólk til prát og lukkuynskingar. Um kvøldið var pisufundur í Plantasjuni.
Vit á Glasi takka fyri tíðina og ynskja tykkum hjartaliga til lukku og blíðan byr framyvir.
Erla Rajani Ziskasen tók niðan fyri myndir av prógvhandanini.












































































































































