Ný býðst høvi at síggja nøkur av verkunum, sum næmingarnir í Myndlist A hava avrikað brátt farna skúlaár. Fríggjadagin 17.mai sýna næmingar í Myndlist A á fjórðu hædd á Glasi.

Hetta er fyrsta holdið, sum hevur tikið hástig í myndlist á Glasi. Næmingarnir hava arbeitt sambært kunngerðini við at skapa myndir, men eisini við at lesa og fata myndir og myndamál innan surrealismu, samtíðarlist, abstrakta list og politiska list. Í Myndlist A er ikki bert tað vakra áhugavert, men eisini samtíðarlistalig kjak og spurningar í sambandi við list í almenna rúminum.

Næmingar á Myndlist A eru: Anny Sofía Poulsen, Eydna Ejdesgaard Hansen; Halla René á Lofti, Marjun Garðsá, Miriam Krett, Nancy Nónskarð Dam og Rannvá Lenvig.

Myndlist A byggir á Myndlist C og B, men hevur m.a. eina skrivliga dimensión, sum fevnir um t.d. myndagreining og listasøgu, sum eisini í summum førum kann loysast kreativt.

Framsýndar verða fyrst og fremst verkætlanir, sum næmingarnir hava skapt og sum eru rættiliga ymiskar í sinn og skinn. Her eru dømi um tekningar, málningar, eina standmynd og myndprýðing.

Hesi abstraktu og figurativu verkini fevna tað fitta og vakra, men nema eisini við tað sorgblíða og dapra sum í fínu standmyndini hjá Marjuni Garðsá av einum smádreingi, sum heldur eini kúlu. Við fyrsta eygnabrá heldur mann tað vera ein bólt, men so gerast vit varug við, at hetta man vera okkara plágaða klóta.

Halla René á Lofti ger í síni røð av portrettekningum vart við menniskjaligan ymiskleika; eitt evni, ið er sera lítið viðgjørt í føroyskari list og Eydna Ejdesgaard Hansen vendir kynsleiklutunum við sínum áhugaverdu ekspressivu oljukritstekningum, sum eru millum vinnararnar av stórari danskari myndlistakapping.

Fleiri av verkunum eru litføgur. Í abstraktum málningum hugleiðir Miriam Krett um litir út frá litlæruni hjá Johannes Ittens, meðan Anny Sofía Poulsen hevur valt at myndprýða nakrar fittar fittar yrkingar til børn. Rannvá Lenvig hevur miðsavnað seg um samanhangin millum huglag og litir. Nancy Nónskarð Dam er nakað so sjáldsamt sum eitt koloristiskt talent, hvørs smáu vatnlitsmyndir av børnum og skíggjum sýna listaligar gávur. 

Framsýningin verður at síggja fríggjadagin 17. mai á fjórðu hædd á Glasi.