Fýra næmingar av Glasi og fýra næmingar frá Molde videregående skole hava síðani í vár havt eitt listarligt samstarv umvegis netið.

Næmingarnir gjørdu í felag eitt heiti fyri samstarvið, sum gjørdist ” Inntrykk Avtrykk”. Temaið í listarverkunum eru náttúra og ferðavinna. Verkini lýsa vøkru náttúruna í Føroyum og Norra, men eisini hvussu hon kann vera neiliga trýst av ferðavinnu.

Luttakandi næmingarnir frá Glasi vóru: Sanna Dulavík, Iris Jacobsen, Marið Neslið og Bjørt Patursson. Lærari teirra var Jóannes Gaard.

Listarverkini vórðu sýnd fram á torginum í Molde í maj mánaði. Felagið Norden hevur verið við til at stuðlað verkætlanini, og í nýggjasta tíðarritinum hjá felagnum er verkætlanin lýst. Til ber at lesa hesa grein við at trýsta á hetta leinkið.

Samstarvið millum Glasir og Molde videregående skole heldur fram. Í oktober mánaði koma næmingar frá Molde til Føroyar at vitja á Glasi.