Í sambandi við Vísindavøkuna 2024 fríggjadagin 27. september høvdu næmingar og undirvísarar í evnafrøði og alisfrøði á Glasi básar, har ymiskar royndir vórðu gjørdar fyri teimum vitjandi.

Serliga teir yngru næmingarnir úr folkaskúlanum vóru bergtiknir av tí, sum næmingar og lærarar á Glasi kundu gera.

Uttan iva varð áhugin fyri evnafrøði kveiktur hjá nógvum.

Niðanfyri er eitt videobrot og nakrar myndir frá tiltakinum á Vísindavøkuni.