Næmingar á Glasi hava luttikið í árligu “Drughunters” kappingini, sum danska fyritøkan Lundbeck skipar fyri. Finalan var flaggdagin 25. apríl.

Endamálið við kappingini er at geva miðnámsnæmingum møguleika at tvinna fakliga vitan við menning av heilivági.

Næmingar í kappingini skuldu framleiða ein kunningarpostara um eina heilasjúku og viðgerðarháttir til hesa.

Tveir flokkar á Glasi høvdu meldað seg til kappingina. Lærarar vóru Maria Chun Nielsdóttir og Brynjálvur I. Johansen.

Næmingarnar á Glasi stóðu seg væl í kappingini, sum var eitt stórt upplivilsi hjá luttakarunum.

M.a. lærdu Tina á Brúgvaskifti og Magdalena Egholm úr 23y stjóran á Lundbeck um eina nýggja heilasjúku – Capgras.

Trý hold av Glasi vóru við á finaluni í Danmark. Umframt Tinu og Magdalenu, so vóru Dortea Dam, Hanna Justinussen og Baldur Kári Ellefsen (fyrra myndin) og Jóhan Bolstad Mortensen, Erlendur Háfoss og Bára Wang Olsen (seinna myndin), øll úr 23V, við í kappingini.