Lærlingar á bilbreytini á Glasi hava seinastu dagarnar fingið undirvísing í el- og hybridbilum. Lærlingarnir fáa innlit í framkomnu tøknina, sum verður brúkt í nútímans bilum. Við ástøðiundirvísing og verkligum uppgávum arbeiða lærlingarnir við háspenningsbattaríum, elmotorum, hybridskipanum, og diagnosuútgerð fyri at fáa neyðuga vitan og praktiskar førleikar til at umvæla og viðlíkahalda el – og hybridbilar, sum gerast vanligari á verkstøðunum.
Trygd er ein sjálvsagdur og týðandi partur av allari undirvísingini í el- og hybridtøkni. Lærlingarnir arbeiða eftir galdandi trygdarávísingum og mannagongdum fyri arbeiði við el- og hybridbilum, og teir læra at brúka røttu persónligu verndarútgerðina, gera váðametingar og fylgja fastløgdum trygdarreglum.
Eitt fast krav í undirvísingini er, at arbeiðsøkið rundan um bilin verður sperrað av og merkt við ávaringarskeltum, meðan arbeitt verður við hávoltskipanini. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at eingin óviðkomandi kemur inn á arbeiðsøkið og kann koma í vandastøðu og fáa skaða.
Áðrenn arbeiði á hávoltskipanini kann fara í gongd, tryggja lærlingarnir, at hávoltskipanin er sløkt og uttan spenning sambært galdandi mannagongdum.
Undirvísingin fevnir eisini um arbeiðsuppgávur, har neyðugt er at gera mátingar og diagnosu á skipanum, meðan spenningur framvegis er á teimum. Hesar uppgávur krevja serligt varsemi, holla vitan og strangar trygdarmannagongdir. Lærlingarnir læra tí at arbeiða við serligum mátitólum, brúka góðkendar fyriskipani til máting og arbeiða undir skipaðum umstøðum, har vandin verður minkaður mest møguligt.
Við at sameina fakliga vitan, praktiskar royndir og hava eitt støðugt fokus á trygdina fáa lærlingarnir eitt sterkt grundarlag til at arbeiða á ein tryggan og professionellan hátt við el- og hybridakførum, sum í størri mun mynda føroysku bilparkina í dag.
Undirvísari á hesum modulinum er Páll Árni A. Berg





