Næmingar á Glasi við í Blue Fashion Challenge Junior

8. september 2017

22. til 27. august var Blue Fashion Challenge hildið á Østrøm. Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur úr havinun til mótaheimin.

Átakið skal birta undir at lyfta ídnaðin inn í eitt nýtt tíðarskeið, har tilfeingið og ídnaður skulu verða í javnvág við náttúruna. Vørurnar ið sniðgevin hevur at arbeiða við eru, fiskaskræða, kópaskin og tara jersy.

Verkætlanin sum var í Østrøm, fevndi um eina kapping millum 11 kendar sniðgevar, ið skuldu skapa nýggjar og spennandi mótavørur úr hesum “alternativu” rávørunum. Næmingar á klædnaatstøði á Glasi fingu heiðurin at arbeiða sum assistentar hjá hesum viðurkendu norðurlendsku sniðgevunum.

Undir somu fortreytum, sum luttakararnir í Blue fashion Challenge fingu, hava 11 næmingar á Klædnadeildini á Glasi, sum eisini eru 11 í tali, verið undir somu verkætlan. Teir sýndu 11 snið fram á catwalk í Perluni mánadagin 4. september.