Á hvørjum ári skipar danska heilivágsfyritøkan Lundbeck fyri “Drughunters” kapping.
Endamálið við kappingini er at geva miðnámsnæmingum møguleika at tvinna fakliga vitan við menning av heilivági. Næmingar í kappingini skulu framleiða ein kunningarpostara um eina heilasjúku og viðgerðarháttir til hesa.
Í sambandi við kappingina vitjaði Dina Silke Malling Damlund, Phd og granskari hjá Lundbeck, á Glasi og helt fyrilestur fyri næmingum á náttúrubreytini.
Tveir flokkar á Glasi hava meldað seg til kappingina. Lærarar eru Maria Chun Nielsdóttir og Brynjálvur I. Johansen.
Næmingar í flokkunum fara nú at gera uppskot til kappingina. Bestu uppskotini í hvørjum flokki verða send inn til kappingina at kappast við aðrar flokkar.
Finalan verður í Valby 25. apríl.