Mánadagin 5. nov. vórðu vinnararnir av filmskappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir til hátíðarhald í Perluni í Tórshavn. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, handaði vinnarunum eina peningagávu og føroyskar plantur frá Skógrøktini.

Næmingar í miðlakunnleika á C-stigi og B-stigi á Glasi vunnu triðju virðisløn fyri filmin “Pappírsflog”. Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini.” Hermann Eliassen, sum er annar av lærarunum í miðlakunnleika á Glasi, var og tók ímóti 3. virðisløn.

Filmurin “Papp-dukkuhúsið” vann kappingina. Filmin hevur 11 ára gamla Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Á øðrum plássi var filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt.

Allir tríggir filmarnir fara at vera at síggja í “Gevið gætur” sendingunum hjá Kvf seinni í vetur. Tú kanst síggja allar grundgevingarnar og filmarnar, sum vunnu heiðursløn her.