NÆMINGAR SKRIVA:
Tvær greinar um tað at geva eru komnar frá næmingum í sálarfrøði B hjá Súsonnu Eikhólm. Seinnu greinina, sum kemur her, hava Barbara og Sonja skrivað:

————————

Vit geva nógvar gávur út gjøgnum árini, so sum føðingardagsgávur, jólagáar, barsilsgávur og mangt annað. Men hvat er ein góð gáva? hevði orð verið gott nokk, ella vigar ein fysisk gáva meira, har tankarnir hjá gevaranum koma uppá spæl?

Gávugeving snýr seg ikki bara um at geva eina gávu, men tað skapar eitt serligt samband millum teg og móttakaran. Móttakarin forvæntar eisini ofta, uttan at tað verður sagt, at merkja gleði tá gávan verður latin upp.

Nógv kann tulkast at vera ein gáva, tað kann t.d. vera orð, eydna í lívinum, ella nakrir fysiskir lutur. Í dag velja vit at pakka lutirnar inn, ið vit geva til móttakaran. Í fylgi Else Marie Koford eru vit byrjaðu uppá hetta fyri at gera gávuna meira serliga og eyðkenda fyri viðkomandi. Tí at tað ofta kann gera móttakaran meira eydnusaman fyri gávuna.

Sambart greinini Gaver gør en forskel á videnskab.dk, eru ting, ið vit gera fyri hvønn annan, eisini ein gáva. Tó eru gávur, ið eru meira týðandi enn aðrar. Ein føðingardags gáva kann t.d. ofta vera eitt stórt press, tí har kann tað handla um, at man vil skapa eitt betri samband millum teg og móttakaran, og tí er tað ofta eitt stórt ivasemi í hvat tann rætta gávan kundi verið.

Hvat skilgreinar eina gávu?

Hugsa tær um tú og Bára hava alisfrøði saman. Tú hevur trupult við at gera innlatingarnar, men Bára plagar at senda tær sínar innlatingar, so tú fært skriva eina rímiliga innlating sjálv. Hevði tú verið skuffa, um Bára ikki keypti tær oyrnalokkarnar, tú hevði ynskt tær í langa tíð, sum føðingardagsgávu komandi hósdag, tá tú hevur føðingardag?

Greinini Gaver gør en forskel vísir á, at gávur eru eitt amboð hjá okkum menniskjum at kommunikera við. Vit skapa samband millum okkum, m.a. við orðum og tingum, ið vit geva hvørjum øðrum, og tískil eru gávur ikki bara fysiskir lutir. Ein umbering kann vera ein gáva, men ein umbering við orðum kann í nøkrum førum virka ov lítið, og tá kann ein “ofring” í formi av eini gávu, oftani vera ein betri mátin at biða um fyrigeving.

Gagnsgávur í staðin fyri at hjálpa til

Fram til síðst í 1800-talinum kundi man altíð roknað við, at gestirnir tóku mat, ella komu at hjálpa til tá ein veitsla var, sigur Else Marie Kodfod. Sambart henni so snúi gávugeving ígjøgnum 18oo-talinum meira um at hjálpa til, ístaðin fyri eitt nú at geva eitt par av oyrnalokkum. Hetta gjørdi eisini, at tey skaptu ein størri felagsskap til hvønn annan. Kodfod sigur eisini, at ímóti endanum av 1800-talinum byrjaðu teir ríku borgararnir at geva nýtlsugávur so sum køksútstýr o.a. og hetta førdi til, at ein gáva nú á døgum, oftast hugsast sum ein pakki/ting.

Borgararnir fingu seinni fleiri pengar og við tíðini blivu gávurnar størri og fínari. Og teir ríku borgararnir góvu gávur til teir fátøku borgararnir dagliga, við eitt nú at geva mat til tey fátøku. Við tíðini høvdu fólk tað ikki gott við seg sjálvan, tí at tey ikki kundi geva líka dýrar gávur, sum tey fingu. Av hesi orsøk fór mann seinni yvir til at taka prísmerkir av gávunum, og pakka tær inn. Og hetta gjørdi eisini at ein gáva var meira serstøk til ein ávísan persón.

Hvat er so ein góð gáva?

Úrslitini frá kanningini, ið var gjørd í samband við at finna utav hvat ein góð gáva er vísa, at megin parturin av ungum, bæði kvennkyn og kallkyn til og við 19 ára gomul halda, at ein góð gáva er okkurt persónligt, ið gleðir móttakarin. Sambært Erik H. Erikson, og hansara model fyri

útvikling av individum nevnd psyko-sociale faser, so eru fólk í aldrinum uml. 20 ár í tí støðu, at tey ivast um teirra identitet, men eisini skulu fáa javnvág í forholdinum millum isolatión og intimitet, har kærleiki oftani er í miðdeplinum.

Í kanningini sæst at tað serligani er millum kvennkyn, at ein góðgáva verður definera sum okkurt persónligt ið gleðir móttakarin, meðan kallkyn hava meir lyndi at definera eina góða gávu sum materielir lutir. Tað er serliga dreingirnir, sum ikki eru í parlagi, ið hava hug at definera eina gávu soleiðis. Hetta samsvarar sera væl við tí amrikanski psykologurin John Gary sigur, ið er at dreingir/menn fokusera meir á lutir og loysnir, meðan gentur/kvinnur heldur fokusera á kenslur og sambond. Hyggur man at úrslitunum hjá kallkyn í aldrinum frá 20 til 65, har nærum allir vóru í parlag og fleiri teirra høvdu børn, so sást at 6,25% eisini hildu, at ein góð gáva var okkurt, ið gleðir móttakarin á onkran hátt. Her síggja vit at dreingirnir/mennirnir hava styrkt teirra intimitet.

Flestu í kanningini vóru ung til og við 19 ár, men hyggur man at teimum í eru 20+, so hava tey sambart ástøðnum hjá Erikson, eina størri fatan av intimitet og isolation, umframt tá tey koma í aldurin 30-50 har tey byrja at hugsa um at loysa mótsetningarnar millum forplantning og stragnatión. Hendan útviklingin hjá einstaklinginum sæst aftur í úrslitunum frá kanningini millum tey 20+, har tey svara, at ein góð gáva er umhugsin og gleðir móttakarin. Serliga sæst hetta aftur hjá teimum, ið hava børn, tá tey vísa á, at ein góð gáva er kærleiki, ið er eitt gerandisting, sum nógv møguliga ikki geva sær fær um kann bólkast sum gáva.

Sonja og Barbara 

sál B