5. november verður skipað fyri næmingatiltaki á Glasi í sambandi við amerikanska forsetavalið.

Tað er fakbólkurin í samfelagsfrøði á Glasi, sum skipar fyri. Niðanfyri er spennandi skráin fyri tiltakið. Høvi verður at hoyra undirvísarar á Glasi greiða frá politisku skipanini í USA. Føroyskar serfrøðingar greina eisini valið, har tað verður gjørligt at seta teimum spurningar.

Á tiltakinum verður eisini gjørligt at fylgja amerikanska valinum á ymiskum sjónvarpsrásum.

SKRÁ:

Kl. 16.00: Annika Soll bjóðar vælkomin.

Kl. 16.00: Valskipanin í USA? Fakligur brellbiti við Billu Sondum.

Kl. 16.15: Hvør er munurin millum Kamala Harris og Donald Trump? Fakligur brellbiti við Angajo E. Olsen.

Kl. 16.30: Hvønn týdning hava miðlar og politiskt samskifti í valstríði? Fakligur brellbiti við Anniku Soll og Ann Mari Strøm.

Kl. 16.45: Steðgur

Kl. 17.00: Sofaprát og kjak millum serfrøðingarnar Regin Berg og Erik Løksagarð Absalonsen. Navnframi journalisturin Beinta Løwe verður orðstýrari. Møguleiki verður at seta spurningar úr salinum.

Kl. 18.30: Skúlin bjóðar burgara, kips og mac and cheese, umframt kaffi og te. Møguleiki verður at keypa sær okkurt at drekka og søtt til góman, ímeðan fylgt verður við valinum á stórskíggja.             

Kl. 19.00: Kvøldið er frítt til smáprát og sosialisering. Møguleiki verður at uppliva ekkokømur og miðling av valinum frá ymsum sjónarhornum.