Danska uttanríkisráðið hevur hóskvøldið broytt tilráðingina um ferðing til Fraklands frá grønum stigi (“Vær opmærksom”) til gult stig (“Vær ekstra forsigtig”). Leiðslan á Glasi hevur tí gjørt av at avlýsa námsferðirnar, sum 300 næmingar og starvsfólk skuldu á fríggjadagin tann 6. mars.

Økta spjaðingin av Coronavirusinum COVID-19 og broyttu tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum gera, at starvsfólk, næmingar, foreldur og avvarandi seta alt fleiri fyrispurningar um, hvussu nú er við ferðing, fyrivarnum, smittuvanda, trygdartiltøkum og møguligum avlýsingum.

Skúlin hevur, síðani COVID-19 tók seg upp, hildið seg til ferðatilráðingarnar hjá danska uttanríkisráðnum og fylgt við dagføringum og møguligum broytingum. Broytingin í tilráðingini fyri Frakland varð avgerandi fyri avlýsingina.

Leinki til ferðatilráðingar frá uttanríkisráðnum eru her.

Ein flokkur á 3. ári og allir flokkar á 2. ári á gymnasialum miðnámi skuldu flúgva til París fríggjadagin. Við lærarum taldið ferðaliðið um 300 fólk. Orsøkirnar til avlýsingina eru fleiri:

·       Óvissan og smittuvandin eru økt.
·       Vandin fyri tiltøkum frá myndugleikum, eitt nú sóttarhaldi, er øktur.
·       Sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá næmingum og starvsfólki er merkt.
·       Alt fleiri mentanarlig tiltøk verða avlýst og søvn avlýsa framsýningar og læsa dyrnar og sannlíkt er, at hetta heldur á komandi dagarnar.

Alt hetta ávirkar sjálvt endamálið við námsferðunum og merkir námsfrøðiliga innihaldið.

Enn eru fíggjarligu avleiðingarnar av avlýsingini ikki greið. Hesin spurningurin verður viðgjørdur komandi dagarnar. Føroysku tryggingarfeløgini – TRYGD og BETRI – halda seg til tilráðingarnar frá danska uttanríkisráðnum. Hjá báðum feløgum er tað galdandi, at avboðstrygging tekur við, um uttanríkisráðið frámælir ferðum til ferðamálið. Greitt er tó, at broytingin í tilráðingini ikki er eitt beinleiðis frámæli. Tí taka vanligu avboðstrygginginarnar ikki við, sum er.

Ein flokkur á 3. ári á Glasi fór avstað á námsferð hósdagin 5. mars. Ferðin gekk, umvegis Keypmannahavn, til Lissabon í Portugal. Har er tilráðingin enn grøn og broytingarnar í tilráðingunum og avlýsingarnar av ferðunum til París ávirka fyribils ikki hendan flokk og ferð teirra. Vit fylgja gongdini og kunna nærri, um meira er at frætta.

GLASIR