Í viku 40 (2. til 6. oktober) er ein flokkur frá Niuernermik Ilinniarfik (Greenland Business School) á vitjan á Glasi. Tey lesa Finansøkonom í Nuuk, sum er tað sama sum Fíggjarbúskapur hjá okkum.

Flokkarnir hava tikið upp eitt ávíst samstarv um útbúgvingina og hava fingið møguleikan at vitja hvønn annan. Í vár vóru okkara lesandi og vitjaðu Nuuk.

Umframt at vera saman til undirvísing, var arbeitt við eini verkætlan um íbúðarmarknaðirnar í Nuuk og Tórshavn.

Nú koma grønlendsku næmingarnir hendan vegin. Verkætlanin hesu ferð verður um ríkisstuðul úr ES og Danmark. Arbeitt verður við fiskivinnu, aling og ferðavinnu.

Flokkarnir húsast í Handilsskúlabygninginum, tá teir ikki eru á uttanhýsis vitjan. Tey koma sunnudagin og fara av landinum aftur fríggjakvøldið.

Vit ynskja teimum hjartaliga vælkomnum á Glasir.

Henda myndin er tikin frá vitjanini í Nuuk í apríl mánaði