Hósdagin 20. desembr 2018 var seinasti arbeiðsdagur hjá Noomi Guttesen. Hon hevur starvast sum reingerðarfólk, fyrst í Hoydølum og nú á Glasi. Tað er sjáldsamt, at møta so trúgvum og áhaldnum starvsfólki sum Noomi. Tað er enn sjáldsamari, at starvsfólk eru á sama arbeiðsplássi í fimm fylgjandi áratíggjum. Noomi varð sett í starv í Hoydølum 1. apríl í 1976. Sostatt hevur hon verið her á skúlanum í 70unum, 80unum, 90unum, 00unum og 10unum. Á hátíðarløtu hendan dagin á Glasi var fitt at fólki komið saman at heilsa Noomi og takka henni fyri drúgva tænastu og gott samstarv.

Høgni av Skarði og Egon Øregaard røddu fyri Noomi og stóru fjøldini –  og Noomi sjálv hugleiddi um sítt langa arbeiðslív og takkaði fyri. Noomi eigur alla tøkkina. Hon hevur, saman við starvsfeløgunum, syrgt fyri, at 43 ymsir árgangir av studentum og næmingum á ymsum útbúgvingum hava haft reinar skúlastovur at koma til á leiðini til útbúgving.

Vit á Glasi takka Noomi og ynskja henni alt tað besta framyvir.