Týsdagin 28. november fekk Noomi Guttesen handaða Dronningens Fortjenestemedalje á hátíðarhaldið í kantinuni á Glasi í Hoydølum. Noomi byrjað í starvi sum reingerðarfólk á Føroya Studentaskúla tann 1. apríl 1974. Hon hevur sostatt verið í starvi í yvir 43 ár. Á hátíðarhaldinum søgdu Egon Øregaard og Høgni av Skarði Noomi tøkk fyri hennara trúfesti og arbeiðssemi øll hesi árini. Rektarin Bogi Bech Jensen handaði medaljuna vegna drotningina. Í talu síni segði Bogi:

“Kæra samkoma,

Hjartaliga vælkomin til hesa stóru og hátíðarligu løtu, har okkara trúgva reingerðardama, Noomi Guttesen, fær handa heiðursmerki fortjenstmedaljen í silvur frá Hennara hátign Drotning Margretu.

Fortjenstmedaljan er elsta núverandi belønningsmedalja í danska ríkinum. Medaljan bleiv innførd 16. mai 1792 av Kong Christian 7., eftir tilmæli frá General-Land-Oeconomi og Kommercekollegiet, sum svarar til Erhvervs- og Vækstministeriet í dag.

Í tilmælinum stóð, at medaljan skuldi brúkast sum belønning af “saadanne borgerlige Dyder, som især have Indflydelse paa den almindelige Velstands Befordring.” 20 ár seinni, í 1812 bleiv avgjørt, at navn móttakarans skuldi inngraverast í rondina á medaljuni, so eingin skuldi ivast í, hvør móttakarin var.

Hetta er tí ein persónligur heiður, har medaljan kann ganga í arv, har man tó altíð ferð at vita, hvør móttakarin var. Í rondini á hesi medalju stendur tí: Oda Noomi Thomina Dorthea Sofía Guttesen.

Fortjenstmedaljan kann latast starvsfólki, sum hevur verið 40 ár ella meira í samanhangandi tænastu innan sama tænastuøki í tí almenna. Tað kann so verða sivilt ella militært. Eg havi ikki funnið upprunaliga setanarskrivið hjá Noomi, men hevur hon sagt, at hon byrjaði 1. apríl 1974, og hevur hon tí verið í starvið í góð 43 ár.

Hetta er tí ein ómetaliga stórur dagur, har Noomi Guttesen kemur í tann serstakliga eksklusiva og trúfasta hóp, sum er uppbygdur seinastu 225 árini, síðan 1792.

Eg vil hervið, vegna Hennara hátign Drotning Margretu, handa tygum, Noomi Guttesen, Fortjenstmedaljuna fyri trúgva tænastu.

Hjartaliga til lukku og stóra takk.”