Tilvirkisatstøði hevur arbeitt við einari Nordplus Junior verkætlan saman við Teknologi og design næmingum frá 2.V (Vibenshus Gymnasium) og møbilsnikkaranæmingum frá NEXT. Saman hava næminganir sniðgivið og bygt ymiskar stólar, har tilfarið træ og seyðaskinn er brúkt.
Verkæltanin hevur verið framd gjøgnum oktobur mánaða, har næmingar niðri frá vóru á Glasir, har tey millum annað lærdu um at garva, føroyska siðmentan við seyði og seyðaskinni. Síðan var seinni partur av verkætlanini framd í København, har stólarnir vóru gjørdir lidnir í bólkunum, við hollari vegleiðing frá møbilsnikkaranæmingunum.
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.