So er Nordplus-delegatiónin aftur á ferð!

Hesuferð eru næmingarnir gestir á Klara Teoretiska Gymnasium í Sundsvall, Svøriki, har næmingarnir arbeiða við heimsmáli 9, sum er vinna, nýhugsan og undirstøðukervi. Eitt sera viðkomandi evni í hesum tíðum. Verkætlanin er eitt samstav millum fýra norðurlond og eitur Norden For Verden.

Sundsvall er kendur fyri at vera drekabýur. Drekin er í búmerkinum, og hesar fittu, litríku drekarnir finnur man á gongugøtuni.

Í januar gongur leiðin til Noregs, og komandi vár koma allir næmingarnir frá Danmark, Svøríki og Noreg til Føroyar, har øll fara at vera gestanæmingar á Glasi.

Til ber at fylgja við á Instagram: nordenforverden