Mikudagin og hósdagin í farnu viku vóru undirvísarar úr Danmark, Íslandi og Svøríki á vitjan á Glasi.
Talan var um ein netverksfund, ið er liður í eini Nordplusverkætlan. Verkætlanin eitur ‘Nordens maritime fællesskab – sejlerfolk, søfarende og stafetdidaktik’ og fevnir seg yvir tvey skúlaár.
Umframt Glasir eru miðnámsskúlarnir Aurehøj úr Gentofte, Katedralskolan úr Lund og Menntaskólinn við Sund úr Reykjavík partir av verkætlanini.
Tað er 21y á náttúrubreytini, ið umboðar Glasir í verkætlanini. Verkætlanin er samansett á tann hátt, at næmingarnir í luttøkulondunum fyrst hittast í bólkum yvir alnetið, har tey arbeiða við verkætlanum, og síðani verður vitjað hjá hvørjum øðrum.
Endamálið við verkætlanini er varpað ljós á norðurlendska mentanararvin, ið norðbúgvar eru felags um. Ein týdningarmikil liður er eisini, at næmingar fáa kunnleika um hini Norðurlondini og knýta nýggj vinarbond.
Endamálið við hesum netverksfundinum var eftirmeting av fyrsta partinum av verkætlanini og tilrættisleggingini av tí seinna partinum. Høvið var eisini at fara á útferðir, sum skuldu virka sum íblástur til, tá ið norðurlendsku næmingarnir koma á vitjan í Føroyum í heyst. Vit vitjaðu Navia, Bakkafrost og radaran á Sornfelli.
Seinni partur av verkætlanin verður í heyst, tá ið næmingarnir sleppa at hittast andlit til andlits.