Nú skúlaárið er við at halla, stundar til próvtøkur, sveinaroyndir og summar. Hetta var hátíðarhildið, saman við næmingum og lærlingum fríggjadagin 12. mai, sum eisini var seinasti undirvísingardagur hjá næmingum á gymnasialum miðnámi.

Skráin henda dagin var sera fjølbroytt. Vit høvdu áhugaverda vitjan av astronautinum, Andrew J. Feustel, og granskarunum David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space og Uni Árting frá Jarðfeingi. Á middegi bjóðaði skúlin øllum til grill uttanfyri atrium, og møguleiki var eisini at keypa vaflur frá næmingaráðnum/Bolivianevndini, har peningurin, ið kom inn, fór óskerdur til ein skúla í Bolivia.

Eftir døgurða var konsert við Páll Finnur Páll og Yngva Lamhauge 3. ársnæmingur helt røðu. Røðan snúði seg m.a. um takksemi og kann lesast her.