Nýggja innkoyringin til Glasir – av Marknagilsvegnum, eystan fyri Glasir 700 (gamla Handilsskúlabygningin) – er nú latin upp. Samstundis er fyribils innkoyringin, sum hevur verið nýtt higartil, stongd.

Hetta hevur við sær, at bilar kunnu ikki longur parkera framvið sjálvum innkoyringarvegnum.

Hetta er umráðandi, fyri ferðslan til og frá Glasir skal ganga. Hetta er eisini umráðandi fyri trygd, tí eitt nú sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar skulu hava frítt at fara eftir innkomuvegunum.