‘Tænastubúskapur’ og ‘Málsviðgerð’ eru nýggir tættir í breiða útboðnum av hægri útbúgvingum og eftirútbúgvingum, sum tú kanst taka á hægri námi á Glasi í heyst.
Yrkisakademiskar útbúgvingar
Glasir bjóðar út tænastubúskap og fíggjarbúskap sum fulltíðarútbúgvingar í september 2020.
Tænastubúskapur (TBÚ) er ein tvey ára yrkisakademisk útbúgving, sum ger teg føran fyri at arbeiða á fleiri økjum innan tænastuvinnuna í Føroyum og uttanlands, millum annað á hotellum, matstovum, ferðaskrivstovum, flogfeløgum, eventskrivstovum, innan ítrótt og innan almannagagnligt virksemi, sum t.d. á søvnum og á almennum stovnum.
Fíggjarbúskapur (FBÚ) er ein breið yrkisakademisk útbúgving innan búskap, sum gevur servitan innan fíggjargeiran, serliga innan banka- og tryggingarvirksemi og sethúsasølu.
Útbúgvingarnar taka báðar tvey ár, íroknað praktikk. Umframt at geva vinnuførleikar innan nevndu øki geva tær eisini atgongd til framhaldandi lestur á Glasi og á yrkisakademium uttanlands. Eisini kanst tú við FBÚ fáa 1,5 ár avriksflutt, um tú fert undir HA.
Umsóknarfreistin til Fíggjarbúskap og Tænastubúskap er 1. juni umvegis www.glasir.fo.
Somuleiðis bjóðar Glasir út Byggifrøði aftur, men flokkurin fer ikki í gongd fyrr enn í januar 2021. Byggifrøði er professiónsbachelorútbúgving, sum tekur 3½ ár, íroknað praktikk. Umsóknarfreistin til Byggifrøði er 1. januar 2021, men til ber at søkja longu nú.
Eftirútbúgvingar
HD 1. og 2. partur, Akademi-útbúgvingar og ‘Málsviðger’ á nýggju Fyrisitingarútbúgvingini.
Glasir tekur upp nýggjan flokk á HD í summar. HD 1. partur, sum tekur tvey ár og er ein grundútbúgving innan vinnubúskap, verður boðin út í samstarvi við Århus Universitet. Undirvíst verður í Føroyum. Á HD 2. parti ber til at nema sær sergrein innan roknskap, marknaðarførslu ella fíggjarliga ráðgeving. Undirvísingin er fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet.
Glasir bjóðar somuleiðis tríggjar spennandi útbúgvingar á Akademi økinum. Útbúgvingarnar nevnast Altjóða Handil og Marknaðarførsla, Búskapur og Tilfeingi og Leiðsla. Byrjað verður við trimum nýggjum flokkum í heyst.
Vit bjóða nú á fyrsta sinni út modul á nýggju Fyrisitingarútbúgvingini (FSÚ). Enska heitið er ’Local Government Training and Development’ (stytt LGTD) og danska er ‘kommunomuddannelsen’, sum er ein samanseting av orðunum ‘kommune’ og ‘økonom’. Útbúgvingin fevnir tó breiðari enn kommunala fyrisiting; tí nevna vit hana ‘fyrisitingarútúgvingin’. Fyrsta lærugreinin verður Málsviðgerð. Hendan lærugrein – og útbúgvingin sum heild – er serliga viðkomandi fyri málsviðgerar og onnur, sum arbeiða innan almenna geiran.
At enda kann nevnast, at tað ber til at tekna seg til Diplomútbúgvingina í Leiðslu, sum byggir oman á akademiútbúgvingarnar ella aðrar hægri útbúgvingar. Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, tekur umleið 2½ ár og gevur framúr førleikar innan leiðslu.
Umsóknarfreistin til HD, AÚ, FSÚ og DLÚ er 1. august. Tú kanst søkja beinleiðis her.