Sangurin “líkasæl”, sum B-stigi í tónleiki á Glasi hevur framleitt, er í dag útgivin á Spotify og øðrum stroymingartænastum.

Sangurin er skrivaður av Beintu Ingeborg Greve og Magnus Ívar Patursson, sum hava skrivað ávíkavist orð og lag, og saman við B-stigs-tónleikaholdinum á Glasi er sangurin liðugt framleiframleiddur, upptikin, ljóðblandaður og mastraður. Huglagið er melankolskt og teksturin er um vónleysan kærleika.