Sigrið Døgg – Prátið uttan orð
Í sambandi við innspælingarverkætlan hjá B-stignum í tónleiki á Glasi er sangurin “Prátið uttan orð” útgivin á Spotify í dag.
Sangurin er skrivaður av Sigrið F. Hansen og Døgg J. úr Dímun, og næmingarnir í Tónleiki-B hava framleitt sangin í felag.
Sangurin er sprottin úr undirvísing í modalharmonikki, lagbygnaði, formlæru og innspælingarteknikki, sum næmingarnir hava brúkt til at skapa nýggj løg og sangir.
Upptøkurnar eru gjørdar í tónleikahølinum á Glasi av Jóhan á Dul og Theodor Kapnas hevur ljóðblandað sangin.