Uttan mun til, um tú ætlar tær at lesa víðari, at búgva ella arbeiða uttanlands, so er eitt prógv í Cambridge skeiði ein váttan fyri, at tú hevur góðar málsligar førleikar í enskum.
Og nú ber til at tekna seg til próvtøku í hesum skeiði. Sum nevnt er prógvið ein váttan fyri góðar førleikar í enskum á B2 og C1 stigi.
Skeiðið er relevant fyri tey, sum ætla sær at lesa víðari uttanlands. Eisini er skeið førleikagevandi í arbeiðsørindum uttanlands.
Freistin at melda seg til próvtøkuna er 24. februar.
Próvtøkurnar verða eftir ætlan í seinnu helvt av apríl:
Skrivligur partur: 20. apríl
Munnligur partur: í tíðarskeiðnum 18 – 21 apríl.
Prísur fyri prógvið er á leið 4.500,- kr.
Allar próvtøkurnar eru skipaðar samsvarandi The Common European Framework of Reference for Languages (CEFR).
Melda teg til próvtøkuna við at senda ein mail til hpt@glasir.fo við navni, adressu, maili og telefonnummari. Týdningarmikið er at tilskila títt navn soleiðis, sum tað stendur á passinum.