Landslæknin hevur í dag boðað frá, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19. Eitt av børnunum gongur her á Glasi. Landslæknin er ikki greiður yvir, hvaðani smittan stavar og um hon hevur spjatt seg. Tískil er avgerð tikin um, at allir næmingar og øll starvsfólk á Glasi eiga at verða kannað tvær ferð. Fyrru kanningarnar eru sunnukvøld og mánadag, meðan seinnu kanningar verða mikudag (tey, sum vóru til kanningar sunnukvøld) og hósdag (tey, sum fara til fyrru kanning mánadagin)

Longu í kvøld – frá kl. 19:30 og so leingi fólk eru í kø – verða næmingar, sum ganga í flokki við smittaða næmingin (hesir hava fingið boð) og øll starvsfólk á Glasi biðin um at møta til fyrru kannning av tveimum. Møtið við høvuðsdyrnar, sprittið hendur, haldið frástøðu og farið róliga oman í atrium, har kanningarnar verða framdar.

Gevið gætur! Áðrenn tit møta, skulu tit øll skráseta tykkum á leinkinum her. Skráset allar kravdar teigar. Næmingar og lærlingar skulu viðmerkja flokk í teigin “Comment/møgulig viðmerking”, meðan starvsfólk viðmerkja ‘starvsfólk á Glasi’ í sama teig. Øll tey kannaðu eiga at vera við hús, til onnur kanningin er gjørd og staðfest negativ. Hendan verður gjørd mikudagin.

Øll undirvísing á Glasi er tikin av skrá í morgin, mánadagin 21. september. Frá týsdegnum verður øll undirvísing, har tað er gjørligt, framd á Teams. Mest sannlíkt er, at hendan støðan verður galdandi tað, ið eftir av av vikuni.

Frá mánadegnum verða øll á Glasi kannað. Kunning um, hvør skal møta til kanningar nær, er send út í kvøld og yvirlit sæst í høgra bredda. Fylgið annars við í teldpostskipanini og á heimasíðuni glasir.fo.

.