Temadagarnir ‘Føroyar og framtíðin’ enda við, at yvir 1200 næmingar og lærlingar í 65 flokkum vísa fram tað, tey hava arbeitt við hesa vikuna. Tí er opið hús á Glasi í dag, fríggjadagin 15/11, frá kl. 14 til 16.

SEINASTU TRÍGGJAR DAGARNAR HEVUR GERANDISDAGURIN OG UNDIRVÍSINGIN Á GLASI VERIÐ ENDAVEND:  TÍMATALVAN HEVUR VERIÐ STRIKAÐ OG 1.200 NÆMINGAR OG LÆRLINGAR HAVA HUGT Í GLASKÚLUNA OG HAVA KAGAÐ INN Í FRAMTÍÐINA.

Kreativiteturin hevur seinastu dagarnar blómað á Glasi: 65 flokkar og um 1.200 næmingar og lærlingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi hava havt temadagar, har vanliga tímatalvan er sett úr gildi. Ístaðin er dentur lagdur á tvørfakligt samstarv og sjálvstøðugt arbeiði við temanum “Føroyar og framtíðin”.

Hvør flokkur hevur saman við tveimum lærarum lagt til rættis dagarnar og arbeitt við ymsum evnum og ymsum úrslitum. Endamálið er – umframt at menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar og samansjóða næmingarnar – at kaga inn í okkara felags framtíð. Hvørjum liva vit av um 30 ár? Hvussu byggja vit, eta, brúka, samskifta, arbeiða, liva, skipa okkum … Ja, hvussu verður framtíðin?

Hvat er komið burturúr, sleppa øll at skoða, tá vit í dag – fríggjadagin 15. november – hava opið hús á Glasi frá kl. 14:00 til 16:00. Her verða framsýningar, framførslur, upplestur, filmsbrot, tónleikur og mangt annað er at síggja og hoyra. Vit vóna at síggja bæði næmingar – fyrrverandi og núverandi – vinfólk, foreldur og avvarandi, skúlafólk, almenning, miðlar, politikkarar og onnur. Øll eru hjartaliga vælkomin