Opið hús verður á Glasi mánadagin 27. februar 2023 frá kl. 14.00, har tú kanst síggja umstøðurnar, vitja verkstøðini og frætta meira um allar yrkis- og miðnámsútbúgvingarnar, sum søkjast kann inn á til og við 15. mars 2023.
Skráin verður hendan:
Kl. 14.00: Dyrnar lata upp og møguleiki verður at síggja lestrarumhvørvi so sum hølir til tónleik, myndlist, ítrótt, alisfrøði, evnafrøði, verkstøð innan timbur, bil, hár o.a.
Kl. 16.30: Vælkomin og felagskunning í atrium um útbúgvingarmøguleikar á Glasi.
Kl. 17.00: Tríggjar kunningarrundir á 20 minuttir har høvi verður at hoyra meira um einstøku breytirnar.
Eisini verður møguleiki at fáa neyvari innlit í einstøku lærugreinarnar, leiðirnar og útbúgvingarnar. Lærarar og lestrarvegleiðarar eru at hitta, og tiltakið endar kl. 19.00.
Felagskunningin í atrium kl. 16.30 er um útbúgvingarmøguleikarnar á yrkisnámi og gymnasialum miðnámi. Eftir kunningina ber til at fara út á ymsu deildirnar og hoyra nærri um møguleikarnar á ávísu breytunum. Høvi verður at tosa við leiðslu og lærarar, og lestrarvegleiðingin hevur eina upplýsingarstovu, har svar fæst um tað allarmesta í sambandi við útbúgvingarvalið.
Yvirlit yvir allar útbúgvingarnar, sum kunnað verður, um sæst her. Á gymnasialum miðnámi eru stóru breytirnar búskaparbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt. Afturat hesum eru fyrireikingarbreytin (fyrr HF) og skapandi fyrireikingarbreytin, sum er ein trý-ára útbúgving, ið samantvinnar yrkisnám og gymnasialt. Á yrkisnámi eru bilbreyt, elbreyt, smiðju- og metalbreyt, timburbreyt og hárbreyt. Harafturat eru klædnaatstøði og tilvirkisatstøði. Skapandi fyrireikingarbreytin hevur m.a. lærugreinar á klædnaatstøði. Eisini ber til at hoyra meira um autismuflokkin, serbreytina og FHS (eitt-ára støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu).
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.