Í kvøld, mánakvøldið 27. nov., kl. 19.00 – 21.00 verður almennur pallborðsfundur á Glasi í Marknagili. Tiltakið verður í handilsskúlabygninginum, har fokus verður sett á yrkisútbúgvingarnar.
Við pallborðið sita:
– Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
– Hanna Jensen, løgtingskvinna og forkvinna í mentamálanevndini
– Ólavur Ásafsson, stjóri í KJ Hydraulik
– Jón Sigurðsson, stjóri í Articon
– Eyðun Gaard, fyrrv. leiðari í Yrkisdeplinum
– Marius Thomassen, vinnuráðgevi í Vinnuhúsinum
– Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi
Solby Christiansdóttir verður orðstýrari.
Byrjað verður kl. 19.00 við framløgu, ið vísir hagtøl yvir lærlingatilgongdina í Føroyum seinastu 20-30 árini, somuleiðis verður víst á lærlingaskipanir í londum sum m.a. Sveis, Danmark og Føroyum. Eftir framløguna verður kjak. Vit hoyra m.a. ljóðbrot úr sendingini “Radaranum”, har fólkaskúlastjórar siga, at í fólkaskúlanum eru ov nógvar kravdar bókligar lærugreinar, og lítið og einki pláss fyri handverks- og listalærugreinum.
Hetta leiðir til hugleiðingar/spurningar sum:
Hvussu kann vinnan gerast meira sjónlig í fólkaskúlanum? Hvørjar styrkir og avbjóðingar eru í verandi yrkisútbúgvingarskipan? Hevur vælferðarsamfelagið Føroyar tørv á, at fleiri ung velja eina yrkisútbúgving? Hvussu fáa vit fleiri at velja eina yrkisútbúgving? Hvussu tryggja vit lærupláss í lágkonjunkturi?
Møguleiki verður hjá áhoyrarum at seta pallborðsluttakarunum spurningar.
Vit bjóða kaffi, te og okkurt gott afturvið.