Í sambandi við løgtingsvalið skipar Glasir fyri valfundi mánadagin 23. mars kl. 10:05- 11:35 fyri næmingum, lærlingum og starvsfólkum á Glasi. Evnini eru (a) Lestraríbúðir og lestrarumhvørvi og (b) Ungdómsvinarligur búskapur. Á Glasi eru 250 starvsfólk og yvir 1.500 lesandi, og fleiri av teimum skulu seta krossin fyri fyrstu ferð.

Pallborðskjakið verður skipað í tveimum umførum við tveimum umboðum frá hvørjum flokki; eitt umboð til hvørt umfar. Orðstýrari er Rógvi Olavson.

Eftir at flokkarnir hava lagt fram, fáa næmingarnir og lærlingar høvi at seta valevnunum spurningar.

Kl. 10:15 Byrjar fyrsta umfar, og evnið er:

  • Lestraríbúðir og lestrarumhvørvi

Kl. 10:50 Næmingar og lærlingar fáa høvi at seta spurningar, og umboðini verða síðani skift út

Kl. 11:00 Byrjar næsta umfar, og evnið er:

  • Ungdómsvinarligur búskapur

Kl. 11:30 Næmingar og læringar høvi at seta spurningar

Í døgurðasteðginum fáa næmingar, lærlingar og starvsfólk møguleika at seta valevnunum spurningar við teirra básar.