Frá týsdegnum 14. Januar 2020 er parkeringsansing sett í verk á Glasi.
Hetta merkir, at allir bilar bert skulu parkerast í avmerktu parkeringsbásunum, sum eru á parkeringsøkjunum kring Glasir. Hetta er eisini galdandi fyri brandvegin, sum er runt allan skúlan. Parkering á Glasi er ikki tíðaravmarkað, sum er.
Mint verður á, at bilurin skal bakkast inn á parkeringsbásin.