Parkeringsøkið kring Glasir verður frá mánadegnum 7. februar fevnt av parkeringsskipanini hjá Tórshavnar kommunu. Hetta er gjørt fyri at syrgja fyri trygdini á parkeringsøkinum, so neyðtænastur sum sjúkrabilur og sløkkilisbilur sleppa skjótt fram at vanlukkustøðum.

Hetta merkir at tað verður skrivað bøtur út til bilar, ið ikki eru parkeraðir á rættan hátt.

 

Hetta er galdandi fyri:

– bilar, sum ikki eru parkeraðir í einum parkeringarbási.

– bilar, sum standa parkeraðir í einum bási fyri rørslutarnað uttan serloyvið. Eitt loyvi skal liggja í forrútinum.

– bilar, sum standa í einum parkeringarbási, men sum ikki standa innanfyri strikurnar.

Harafturat er parkeringsøkið kring Glasir ein sonevnd ”sonu-parkering” – t.v.s. at tað ikki er krav at stilla parkeringarskivuna.

Tað er ikki so hugaligt at síggja eina parkeringarbót í forrútinum, tá man er á veg heim eftir ein langa skúladag, so syrgið fyri at yvirhalda hesar einfaldu reglur og minni tykkara starvsfelagar og samlesandi á tær nýggju parkeringsumstøðurnar.