Tilvirki sýnir fram í tveimum montrum, beint við trappuna á 3. hædd, tað ið er evna í seinastu viku.

Næmingarnir hava teknað og tilevnað ein skógv á ymsar hættir:

Vit hava ímillum annað:
– Skitsað við tíðaravmarking og úr  ymiskum vinklum
– Skitsað við tráði, longum penslum og seymimaskinu
– Tilvenað skógv við tilevningarvoksi, stáltráði og og pappíri

Framsýningin verður at sýggja hesa vikuna og næstu viku.

– Súsanna av Teigum