Mánadagin 30 november gjørdist Pauli Guðjónsson, ið dagliga undirvísir í føroyskum og heimspeki á Glasi, liðugur við verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgving síni.
Vegleiðarar hava verið Svanna Hanusardóttir og Dorthe Pedersen. Uttanhýsis metarar vóru Vár í Ólavstovu og Hans Andrias Sølvará.
Olav Absalonsen og Egil Jacobsen vóru námsleiðarar.
Fríggjadagin 4. desember 2020 gjørdist Sanna Maria Klein, ið dagliga undirvísir í donskum og føroyskum á Glasi, liðugur við verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgving síni.
Vegleiðarar hava verið Svanna Hanusardóttir og Kinna Poulsen. Uttanhýsis metarar vóru Vár í Ólavstovu og Nikolina Olsen.
Olav Absalonsen og Egil Jacobsen vóru námsleiðarar.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.