Hátíðarligar prógvhandanir vóru á Glasi 22. juni, tá eini 400 ungdómar endaðu sína skúlagongd á Glasi. Tað vóru næmingar á gymnasialum miðnámi og næmingar og lærlingar á yrkisnámi, ið fingu prógv.
Foreldur, systkin, makar, ommur, abbar, børn, meistarar og onnur avvarðandi savnaðust í atrium, sum er miðdepilin í stóra bygninginum. Har sóu tey flokkarnar av næmingum og lærlingum ganga oman á pallin niðast í atrium har tey sessaðust. Felagssangur, kórsangur, røða rektarans, røða hjá studenti og sveini og sjálvar prógvhandanirnar gjørdu løtuna bæði hátíðarliga og hugnaliga. Síðani fóru flokkarnir til myndatøkur, meðan kaffi og okkurt gott afturvið varð borðreitt á 3. hædd. Her savnaðust fólk til prát og lukkuynskingar.
Vit á Glasi takka tykkum fyri tíðina og ynskja tykkum hjartaliga tillukku og blíðan byr framyvir.
Myndir frá prógvhandanum síggjast í leinkjunum niðanfyri: