Tann 24. juni 2021 var prógvhandan á Glasi. Her er røðan, sum Steinbjørn Hardlei, rektari, helt á degnum:

“Góðu pisur! Dagurin í dag er ein týðandi og hátíðarligur dagur. Tit fáa í dag prógv, ið tit hava arbeitt hart fyri seinastu árini. Eg fari fyrst at ynskja tykkum øllum, ið hava fingið prógv, hjartaliga til lukku við avrikinum – hetta er ein heilt serlig løta hjá tykkum og tykkara kæru.

Tykkara árgangur er sermerktur og søguligur á tann hátt, at tit eru tey fyrstu, ið byrjaðu í 2018, tá ið vit fluttu inn í bygningin, og sum nú taka miðnámsprógv á Glasi. Tit hava roynt alt møguligt hesi trý árini. it skuldu saman við floksfeløgum og lærarum venja tykkum við nýggja bygningin. Hetta vóru stórar avbjóðingar fyri tykkum og okkum øll. Vit vóru ikki meir enn komin inn í skúlan, so kom Covid-19.

Allar hesar avbjóðingar hava kravt eitt serligt tol, serlig evni, vilja og hug at fáa tað besta burturúr, hóast umstøðurnar ikki hava verið tær bestu – tit skulu hava stórt rós fyri tað. Harmiligt var, at tit ikki sluppu á námsferð orsakað av støðuni viðvíkjandi Koronu … Eg veit, at tað nívdi, at tann avgerðin bleiv tikin …

Eg hugsi, at hesar royndir hava lært tykkum nakað, sum tit kunnu  taka við tykkum út í lívið, tá ið aðrir snávingarsteinar fara at koma á tykkara lívsleið. Tann persónliga menning, ið er farin fram hjá tykkum
hesi árini – bæði menniskjaliga og fakliga – verður týðandi grundarlag í lívi tykkara, sum tit vónandi vilja hyggja aftur á við gleði. Tit hava havt góðar løtur saman hesi árini. Tit hava knýtt vinabond, ið koma at halda restina av lívinum, og sum verða tykkum til stóra gleði og gagn.

Eg vil somuleiðis rósa lærarum og starvsfólkum fyri framúr avrik í hesum avbjóðandi uppgávum. Uttan tykkara vilja og dugnaskap at koma ígjøgnum hesa tíðina, hevði hetta ongantíð eydnast.

Eg veit, at tit næmingar hava hjálpt hvør øðrum væl, tá ið tað hevur staðið á. Tit hava staðið saman og lyft hesa avbjóðing í felag. Nú er dagurin komin, har tit fáa prógv. Hetta hevur kravt áhaldni, dugnaskap og samanhald – og vit á skúlanum síggja og hava sæð, at tit trívast her, og tað gleðir okkum nógv. Hetta hevur havt stóran týdning fyri tykkara skúlagongd og trivnaðin hjá øllum her á skúlanum – tit hava givið nógv til skúlans felagsskap.

Tað verður tosað nógv um menniskjaligt haldføri og búgving av ungum fólki – alment dannilsi er grundarlag undir tykkara útbúgving og allari tí tilgongd, sum tit hava upplivað her á Glasi. Tit hava fingið møguleika at menna tykkara persónliga autoritet, soleiðis at tit kunnu gerast tilvitað um, hvørjar relatiónir, ið tit ynskja at hava við onnur menniskju, náttúruna og samfelagið …

… og Í mínari fyrireiking til hesa røðu havi eg hugsað um, hvat kann eg siga við tykkum, sum í hesi støðu, gevur meining fyri tykkum, nú vit senda tykkum, pisur, floygdar út í samfelagið at røkka tykkara næstu málum? Sjálvandi hava tit egin mál, ætlanir og dreymar fyri tykkara lív, meira ella minni ítøkiligt – ber tað til ”bert” at hava egin mál og sjálvrealisering á síni skrá? Um samfelag okkara og heimurin, ið vit øll skulu búleikast í, skal vera lív lagað – er tað so ikki neyðugt at hugsa tað inn í persónligu málini? At finna nakað, ið tit brenna fyri og kundu hugsað tykkum at útint sum yrki – samstundis – sum tað er gagnligt fyri heildina? Eg hugsi um hesar spurningar bæði í tí stóra samanhanginum – í samfelagnum og heiminum – umframt í tí lítla samanhanginum – familju, vinum og lokalsamfelagnum – hvar og hvussu kunnu tit geva tykkara íkast til ein betri felagsskap, antin tað er tann lítli nærfelagskapurin ella tann stóri heimsfelagsskapurin. Ta reflektiónina kundi eg hugsað mær, at tit tóku við tykkum í dag – og eisini øll tit, sum lýða á.

Eg vóni, at vit í okkara felagsskapi her á Glasi kunnu ganga undan í hesum, og við okkara sera fjølbroytta virksemi vísa, at tað ber til at virka og skapa nakað munagott saman. At vit við hesum kunnu vera við til at leggja lunnar undir, at tit ungu taka hesi virði við tykkum út í arbeiðspláss og samfelagið sum skapandi og virkisfísnir borgarar.

Eg vil í dag nýta høvið at takka tykkum fyri tíðina her á Glasi, og serliga takka tykkum fyri seinasta góða árið, har avbjóðingarnar blivu eitt sindur øðrvísi, enn vit høvdu roknað við – avbjóðingar, ið tit saman við okkum loystu og komu í gjøgnum á fullgóðan hátt. Eg ynski somuleiðis at takka næmingaráðnum fyri gott samstarv. Tað er sera týdningarmikið at hava eitt vælvirkandi næmingaráð, og at vit í felag finna eitt gott stev. Tað er gott og týðandi, at tit næmingar hava góðar og eldhugaðar røddir at umboða tykkum, soleiðis at vit í felag kunnu skapa tann besta skúlan.

Eg hugsi eisini, at vit eiga at fegnast um, at vit í Føroyum hava megnað at loyst avbjóðingarnar við Covid-19 á so góðan hátt, at vit næstan hava livað ‘vanligt’ í mun til onnur lond kring okkum og tað fegnast vit um. Tá ið afturstig hava verið, so hava vit skjótt minkað um smittuspjaðingina. Aftur her eiga tit ungu stóran heiður og tøkk fyri tykkara máta at takkla støðuna – tit hava verið ófør.

Eg vóni, at tit fáa ein framúr góðan dag í dag. Njótið løtuna saman! Eg ynski tykkum alt tað besta og góða eydnu.

Eg vil enda við einari samanrenning av orðum frá gudfrøðingunum og heimspekingunum Kierkegaard og Løgstrup, ið Armgarð Arge skrivaði í einari hugleiðing í vikuni: “Tað mest vanlukkuliga er eitt óreflekterað lív, eitt lív, sum tú als ikki gáar um ella vendir og snarar, men bara letur fara sum sandur millum fingrarnar. Tí vit hava fingið eittans boð, og tað er at liva og minnast til, at vit hvønn dag hava lívið hjá einum øðrum menniskja í okkara hondum”

Takk fyri.”