Røðari: Sára Rannváardóttir Vatnhamar
“Hey tit!
Sum Steinbjørn segði so eiti eg Sára. Nógv eru møguliga farin at kenna meg sum Bjørn Krogh aftaná kabarettina, men í dag eri at altso bara Sára.
Eg eri biðin um at siga nøkur orð til hesa próvhandanina fyri náttúrubreyt – sum jú er tann besta breytin á Glasir – so tað eri eg ordiliga errin av!
Sjálvt um eg havi gingið á studentarskúla í trý heil ár og eri blivin proppað við vitan, so er har eitt ting, eg ikki verði klókari upp á – alt verður gjørt í síðstu løtu. Tað má vera okkurt við okkara generatión, sum ger at vit arbeiða best undir pressi, tí annars tíma vit ikki í gongd. Hetta er so eisini galdandi fyri hesa røðuna…
Áðrenn eg byrjaði á Glasir, so stóð eg til at taka student nidri i danmark – eg var sloppin inn á ein skúla og alt – men í síðstu løtu hugsaði eg: nei, lat meg vera verandi í føroyum. Hetta er nokk tann besta avgerðin eg havi tikið leingi, tí annars hevði eg ikki møtt øllum tykkum fantastisku menniskjunum úr hesum árganginum!
Miðnám er ikki baara fest og farver – vit hava gott nokk eisini arbeitt hart hesu trý árini. Raportir, stílar, innlatingar og ársroyndir hoyra eisini til miðnámslívið. Afturat tí hava vit eisini akkurát verið til próvtøkur sum bæði hava verið super stressandi men eisini spennandi. Alt okkara harða arbeiðið hava vit nú í hesari mappuni, har allir okkara karakterir standa í. Nógv av okkum hava stembað eftir, at fáa góðar karakterir og eitt gott miðal í trý ár, men eg haldi, tað er umráðandi at hava í huga, at karakterurin sum stendur í her als ikki er líka viktigur, sum hvat fyri karakterur man er. karakterirnir definerar okkum ikki sum menniskju, og vit øll eru fantastisk óansæð um vit hava fingið 00 ella 12!
Men hvat merkir tað, at vit eru liðug í miðnám? Jú, eg haldi hetta er eitt sera stórt stig í okkara lívið. Í 13-14 ár hava vit gingið í skúla við somu rutinu. Matpakka, pakka skúlataska, fríkorter, skúlating, men nú er tað komið til ein enda. Nú skulu vit sjálvi út at taka val – skulu vit fara at arbeiða ella lesa víðari, og um vit velja tað, hvat skulu vit so fara at lesa? Áðrenn hevur alt verið ein sjálvfylgja: barnagarð, fólkaskúla, miðnám – men hvat skal so henda nú? Á hendan hátt kann man siga, at miðnám er springbretti til “ordiliga lívið”. Nú byrjar okkara lív, har vit skulu taka okkara egnu avgerðir um, hvussu tað skal síggja út. Tí haldi eg, hetta er ómetaliga stórt fyri okkum, og eg veit eisini, at vit fara at feira hetta væl komandi dagarnar.
So er bara eftir at takka fyri meg, og ynskja øllum tykkum deiligu pisunum hjartaliga tillukku!”