Við hesum verður boðað frá, at prógvhandanin fyri umleið 45 lærlingum á yrkisnámi, ið skuldi verða 29. jan. 2021, er útsett til eftir páskir 2021.

Avgerðin er tikin í samráð við koronaráðgevingina, sum vísir á tilmælini um, at í mesta lagi 20 fólk kunnu savnast, við 2m frástøðu og at vit bert samlast við kendum/teimum nærmastu (í somu bløðru).

Vit harmast um, at vit ikki kunnu hava prógvhandanina í januar, sum ætlað, men gleðast samstundis um, at ikki er neyðugt at avlýsa hana heilt. Innbjóðing til prógvhandanina verður send, tá nýggjur dagur er ásettur.

Um so er, at onkur hevur brúk fyri at fáa skúlaváttanina áðrenn prógvhandanina, kunnu tit venda tykkum til móttøkuna á Glasi við at ringja á tlf. 616600 ella senda teldupost á post@glasir.fo.