Fríggjadagin 4. februr var prógvhandan á yrkisnámi á Glasi. Har fingu 34 sveinar prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir. Á hátíðarligu løtuni, har sveinar, familja og vinfólk, lærarar og meistarar vóru tilstaðar, vóru talur, felagssangur, tónleikaframførsla og ábit – og sjálvsagt prógvhandanir.

Niðanfyri eru myndir av sveinunum og undir myndunum eru nøvn teirra og upplýsingar lærustað og lærumeistara. Í myndaskjáttuni niðast eru myndir frá tiltakinum.

EL/ELETRIKARAR


Aftast frá vinstru:
Ari Krosslá Poulsen, í læru hjá EL.FO. Conrad Dahl Lauritsen, í læru hjá LM Electric. Herbjørn Lava, í læru hjá EL.FO. Jayred Ellie Balid Cruz, í læru hjá MEST og Jógvan í Grógv, í læru hjá Frost.
Fremst frá vinstru:
Jóhannes Jóannesson, í læru hjá Install. Jónas Jespersen, í læru hjá Bærendsen Teknik. Petur Erhard Müller, í læru hjá MR-EL. Regin í Lágabø, í læru hjá MR-EL og Stephan Petursson, í læru hjá EL.FO.

MASKINSMIÐIR:


Aftast frá vinstru:
Bjartur Jónarsson Randrup, í læru hjá Vestmek. Brynjar Petersen, í læru hjá Tangavirkinum. Gunnar Sørin Hvanná Andreasen,  í læru hjá Vágs Skipasmiðju og Jóhan Sigurd Oddfinsson, í læru hjá NomaTek.
Fremst frá vinstru:
Magnus Lydersen, í læru hjá NomaTek, Niels Kristian S. Thomassen, í læru hjá NomaTek og Teitur Midjord, í læru hjá Varðanum Pelagic.
Ari Kruse, í læru hjá Articon vantar á myndini.

RØRSMIÐIR:

Frá vinstru: Helgi Danielsen, í læru hjá Victor á Lakjuni. Jógvan Rasmus Falkvard, í læru hjá Demich. Nicklas Olivur Dam, í læru hjá Demich og Teitur Birgisson Beck, í læru hjá Rock Trawldoors.

BILSMIÐIR:


Frá vinstru: Jóhan Eli Ziska, í læru hjá BBR Service. Regin Hansen, í læru hjá Waag & Com. Rúni Sørensen, í læru hjá Reyni Service.

HÚSASMIÐIR:


Frá vinstru: Bjørn Ulvedal Simonsen, í læru hjá Timbur-Snikkaratænastuni og Martin Emil Ternustein, í læru hjá HPH Smíð. Níggju húsasmiðir stóðu sveinaroynd í september og oktober 2021, og tað lá bert fyri hjá tveimum at verða við til prógvhandanina.