SKRÁ FYRI PRÓGVHANDANIR Á GLASI 2020

23. juni 2020

Hósdagin 25. juni 2020:

PRÓGVHANDAN FYRI GYMNASIALT MIÐNÁM, VINNURÆTTAÐ MIÐNÁM OG SERBREYT

Hesin dagurin – hósdagurin 25. mai – er nakað heilt serligt. Hetta er fyrstu ferð, prógvhandanin er á Glasi, og hóast tíðin er serlig við tilmælum um frástøðu fyri at minka um smittuvanda, so fara vit í felag at venda avmarkingar til fyrimunir og løtuna minniliga. Fyri at fylgja almennu tilmælunum verða fýra prógvhandanir:

Kl. 10.00-11.30: Náttúrubreyt. Flokkar: 17u, v, x, y og z

Kl. 12.00-13.30: Hugbreyt. Flokkar: 17a, b, ð, e og f

Kl. 14.00—15.30: Búskaparbreyt, FHS og Fyrireikingarbreyt. Flokkar: 17m, n, o, FHS, 18p og 18q

Kl. 16.00-17.30: Yrkisnám og serbreytin. Flokkar/yrki: klædnaatstøðingar, tilvirkisatstøðingar, hár, bilsmiðir, elektrikarar, húsasmiðir, maskinsmiðir, rør- og  blikksmiðir, serbreyt.

SKRÁ, SUM ER GALDANDI FYRI ALLAR FÝRA PRÓGVHANDARNIRNAR – kl. 10:00-11:30, 12:00-13:30, 14:00-15:30 og 16:00-17:30:

  • Vælkomin
  • Felagssangur
  • Røða rektarans
  • Kórsangur
  • PRÓGVHANDAN
  • Felagssangur
  • Røða studenta og sveina
  • Kórsangur
  • Tjóðsangurin
  • Myndatøka av flokkunum, meðan kaffi og køka verður at fáa í ítróttahøllini
  • Liðugt

Studentar, sveinar, foreldur og avvarðandi verða biðin um at møta í góðari tíð og at fylgja vegleiðingunum um, hvar tit skulu fara. Minnist til, hvørjari breyt tykkara studentur ella sveinur er á og í hvørjum flokki. Studentar og sveinarnir fara í flokshøli (sí yvirlit niðanfyri), meðan foreldur og avvarðandi fara á ta hæddina, sum er ásett til tann flokkin, tann, sum tit varða av, er í. Eftir prógvhandan verða myndir tiknar av flokkunum, meðan foreldur og avvarðandi verða boðin til kaffi og køku í ítróttahøllini niðri á 1. hædd (inngongd til ítróttahøllina er niðast í stóra atrium-rúminum).

Tá prógvhandanin er liðug fara øll út av Glasi úr ítróttahøllini og ganga haðani niðan á parkeringsøkið. Um onkur er, sum situr í koyristóli ella illa fær gingið, ber til at einstakir bilar koyra oman til ítróttarhøllina eftir teimum.

Vit á Glasi gleða okkum at síggja tykkum til prógvhandanina.

Pisufundur verður kl. 18 í viðarlundini, í ár tó einans fyri studentum og sveinum. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá pisufundinum, og stroymingin sæst á kvf.fo.