Hátíðarligar prógvhandanir vóru á Glasi í dag, har eini 450 ungdómar endaðu sína skúlagongd á Glasi. 294 næmingar á gymnasialum miðnámi og eini 150 næmingar og lærlingar á yrkisnámi fingu prógv.
Prógvhanadanirnar vóru skipaðar í trý umfør – kl. 11, kl. 13 og kl. 15. Foreldur, systkin, makar, ommur, abbar og onnur avvarandi savnaðust í stóra atrium rúminum, sum er miðdepilin í stóra bygninginum. Har sóu tey flokkarnar av næmingum og lærlingum ganga oman á pallin niðast í atrium har tey sessaðust. Felagssangur, kórsangur, røða rektarans, røða studenta og sjálvar prógvhandanirnar gjørdu løturnar bæði hátíðarligar og hugfarsligar. Síðani fóru flokkarnir til myndatøkur, meðan kaffi og okkurt gott afturvið varð borðreitt á 3. hædd. Her savnaðust fólk til prát og lukkuynskingar.
Góði myndamaðurin Bjarni Árting Rubeksen var á staðnum fyri Kringvarp Føroya. Nakrar av hansara myndum síggjast her.
Vit á Glasi takka fyri tíðina, hesi 450 ungdómarnir hava ríka okkara skúla, ynskja tykkum øllium til lukku og alt tað besta framyvir.