Nú stundar til stóra dagin, har lærlingar og næmingar fáa prógv. Hósdagin 23. juni 2022 verða tríggjar prógvhandanir á Glasi. Tær eru skipaðar í trimum, soleiðis at tríggir javntstórir bólkar eru inni á Glasi ávíkavist kl. 11, 13 og 15. Soleiðis slepst undan og nógvari bíðitíð. Tíðirnar og býtið verður soleiðis:

Kl. 11.00-12:30 Náttúrubreyt
Kl. 13.00-14:30 Hugbreyt, Búskaparbreyt og Fyrireikingarbreyt
Kl. 15.00-16:30 Sveinaflokkar, klædnaatstøðingar og tilvirkisatstøðingar á Yrkisnámi, Serbreytin og FHS

Tryggið tykkum, at tit vita, hvørja handan tit skulu møta til.

Skráin fyri tær tríggjar prógvhandanirnar er hin sama. Fyrst er felagssangur; síðani flytir rektarin fram røðu, kórið syngir og síðani er sjálv prógvhandanin. Eftir handanina syngur kórið ein sang, ein studentur flytir fram røðu og vit enda við tjóðsanginum.

Aftaná prógvhandanirnar eru øll vælkomin til ein drekkamunn á 3. hædd, meðan myndir verða tiknar av flokkunum.

Vit gleða okkum at síggja tykkum á Glasi hósdagin 23. juni.

Pisufundurin verður í Viðarlundini kl. 18:00.