Hósdagin 25. juni 2026 verða tríggjar prógvhandanir á Glasi.

  • Kl. 09.00 – 10.30 Hugbreyt, AUT og búskaparbreyt 
  • Kl. 12.00 – 13.30 Náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt, skapandi fyrireikingarbreyt
  • Kl. 15.00 – 16.30 Serbreyt, FHS, tilvirkisatstøðingar, sveinar innan bil, el, húsasmíð, hárfríðkan, maskin og smiðju.

Aftaná prógvhandanirnar eru øll vælkomin til ein drekkamunn, meðan myndir verða tiknar av flokkunum.

Pisufundur verður í Viðarlundini kl 18.00.