27. juni var hátíðardámur á Glasir, tá eini 400 ungdómar endaðu sína skúlagongd. Tað vóru næmingar á gymnasialum miðnámi og næmingar og lærlingar á yrkisnámi, ið fingu prógv.
Atrium á Glasi var á tremur við næmingum og lærligum, sum høvdu lokið prógv, og teirra avvarðandi.
Una Joensen, rektari, flutti fram røðu, har hon hugleiddi og minti á týdningin at hava dreymar.
Studentur og lærlingur fluttu eisini fram røðu.
Helge Marius Greve, næmingur á Glasi, setti ein hugnaligan dám á løtuni við sínum klaver fylgispæli.
Eftir prógvhandanina var myndatøka, meðan kaffi og okkurt gott afturvið varð borðreitt á 3. hædd. Her savnaðust fólk til prát og lukkuynskingar.
Vit á Glasi takka tykkum fyri tíðina og ynskja tykkum hjartaliga tillukku og blíðan byr framyvir.
Niðanfyri eru myndir frá prógvhandanini og pisufundinum í Plantasjuni, sum varð seinni um dagin.































