Prógvhandanir á Glasi 2017

20. juni 2017

GLASIR Í HOYDØLUM: Hósdagin 22. juni kl. 13.00

Hósdagin 22. juni kl. 13.00 verður prógvhandan fyri pisum úr Hoydølum í Hoyvíkshøllini. Eftirfylgjandi verður myndatøka og kaffi niðri í Hoydølum. Myndatøkan byrjar umleið kl. 14:30. Pisufundurin verður í viðarlundini kl. 18.00

GLASIR Í MARKNAGILI: Hósdagin 22. juni kl. 10 og 13

Hósdagin 22. juni verða prógvhandanirnar á Glasir í Marknagili. Búskaparbreyt fær prógv kl. 10.00, meðan prógvhandanin fyri FHS verður kl. 13.00. Pisufundurin verður í Grasagarði kl. 16.00

GLASIR Í SMIÐJUGERÐI: Fríggjadagin 23. juni kl. 10.00

Fríggjadagin 23. juni kl. 10.00 verður prógvhandan fyri tekniskt yrkisnám á Glasi í Smiðjugerði. Handanin verður á Skúlaheiminum í Marknagili. Prógvhandanin umfatar økini el, timbur, maskin, smiðju og klædnaatstøði. Aftaná verður kaffi og myndatøka.