Rannvá Glerfoss vann stuttsøgukappingina við søguni “Fjølmánar”

4. desember 2020

Vinnarar av stuttsøgukappingini 2020 gjørdust:

Rannvá Glersfoss: Fjølmánar
Dóra Joensen: Herskin villingarsjón
Høgni Poulsen: Ein nátt í avrúsing

Grundgevingar til stuttsøguvinnarar:

Nr. 1. Rannvá Glerfoss: Fjølmánar
Fjølmánar er ein hugfangandi og gátufør stuttsøga, ið at síggja til byrjar í einum realistiskum veruleika, men hegnisliga flytir hon seg inn í tað ræðukenda. Høvuðspersónurin hevur verið fyri ógvusligari hending, sterkar kenslur bylgjast innaní og líðandi avdúkast duld løg og eitt serstakt samband við umheimin. Lætti og rámandi málbúnin hóskar væl til søguna, og stuttligt er at síggja nýgjørd orð, ið rigga væl, eins og heitið ber boð um.

Nr. 2. Dóra Joensen: Herskin villingarsjón
Herskin villingarsjón er ein herliga væl skrivað søga, ið situr væl bæði málsliga og bygnaðarliga. Við livandi gerandismáli tosar hon beint inn í okkara samtíð við kaldligari fjarstøðu og í einum ironiskum tóna, sum kann lesast sum kritikkur av normum og idealum í okkara samfelag.

Nr. 3. Høgni Poulsen: Ein nátt í avrúsing
Ein nátt í avrúsing er bæði skemtilig og ógvuslig í senn. Lesarin verður fangaður av grovu og realistisku hendingagongdini í søguni, men samstundis er ein yndisligur og inniligur tráður bundin uppí, og tað ger, at søgan lyftir seg upp um tað gerandisliga og leggur upp til ymiskar tulkingar.

Søgurnar kunnu lesast við at trýsta á leinkini í stuttsøguheitunum omanfyri.