Góðu tit øll – pisur, foreldur og onnur avvarðandi – hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløta.
Leonard Cohen syngur í einum av sínum sangum:
“There is a crack, a crack in everything. That’s how the light gets in.”
Tað er ein riva í øllum, og tað er soleiðis, at ljósið kemur inn.
Í dag kemur sanniliga nógv ljós inn á Glasi. Hetta er sanniliga ein vøkur sjón framman fyri mær her, og á hvørjum ári fái eg ein klump í hálsin, tá vit skulu siga farvæl við ein heilan árgang her á Glasi.
Vit hava fylgt við tvær tær seinastu vikurnar, tá tit hava fingið húgvuna á høvdið og eru avmyndaði har uppi við træið saman við tykkara kæru. Tað hevur verið ein fragd og ikki minst rørandi fyri okkum øll her á Glasi at fylgja við.
Ja, træið er blivið ein partur av identitetinum her á Glasi. Vit eru sera glað fyri træið, og vit síggja eisini, at tað hevur týdning fyri tykkum – tað eru longu røðirnar at taka myndir har prógv um.
Í Norrønu gudalæruni er Glasir vakrasta træið millum gudar og manna. Bløðini á trænum eru gylt, og í dag umskapast hesi til pisur, sum skulu royna sítt flog – og í dag er ein góður dagur at sleppa tykkum øllum á flog.
Tit eru pisan í vakra vársanginum “Nú sprettir á fold og spírar,” sum hevur pikkað hol á eggið og sum kagar úr koppinum og ger seg klára at fara á flog.
Góðu pisur: tit eru nú floygdar úr reiðrinum her á Glasi. Ein stórur dagur hjá tykkum øllum. Eitt tíðarskeið er at enda komið, eitt tíðarskeið sum eg vóni, at tit altíð fara at minnast aftur á við gleði.
Alt hevur sjálvandi ikki altíð gingið, sum tit kundu hugsað tykkum. Onkur tíðarskeið hava verið tung, onkrar próvtøkur gingu ikki sum ætlað – tað var kanska ikki heilt perfekt í tykkara egna hugaheimi.
Og eg havi hug at vera so frek og provokerandi og siga, at tað er gott, at alt ikki hevur verið perfekt. Tað er ein læra í sær sjálvum, tí at tað fer tað heldur ikki altíð at vera í framtíðini.
Minnast tit dagin, tá tit byrjaðu her á Glasi?
Nú fari eg trý ár aftur í tíðina til 16. august 2023, tá eg bjóðaði teimum flestu av tykkum vælkomin á Glasir við m.a. hesum orðum:
Eitt kvøldið fór eg ein gongutúr úr Havn um Kirkjubøreyn til Kirkjubøar. Tað er ein sera vakur túrur.
Á túrinum gekk eg bæði í bleytum deiligum mosa, og tað var avslappandi. Eg balanseraði á tí nógva grótinum har, sum kravdi konsentratión. Tá eg gingið í tveir tímar, var eg móð, og setti meg niður at hvíla meg, eta matpakka, njóta fuglaljóðini og annars bara lata tankarnar flúgva avstað og ikki minst bara vera til. Eftir trimum tímum var eg komin á mál.
Ein slíkur túrur er góður fyri sál og sinn. Hann kann vera avbjóðandi. Man skal hugsa seg um, man skal hyggja rundan um seg – hyggja upp og niður og til síðurnar og afturum seg (annars kanst tú detta og koma til skaða), og man má eisini hava ein steðg viðhvørt.
Eg vónaði tá, at tykkara tíð her á Glasi skuldi kunna samanberast við ein slíkan túr, har allir sansir eru í spæl, og hvør løta verður notin.
Eg vóni, at tit nikka og hugsa: ja hetta var ein góð ferð.
Tit hava hesi árini lært eina rúgvu – matematiskar frymlar og prógv, spanskan og franskan setningsbygnað, elektriskar ringrásir í alisfrøði, um fronsku kollveltingina í søgu, liberalismu og sosialismu í samfelagsfrøði, tulka yrkingar í føroyskum og so víðari.
Men tit hava eisini lært so ótrúliga nógv annað enn tað reint fakliga. Hetta hevur eisini verið ein búningarferð, har tit hava ment tykkum sum menniskju.
Um ein løtu fáa tit handað tykkara prógv. Tit hava øll eitt miðaltal standandi í próvnum – onkur ein høgan miðalkarakter, onkur ein lágan miðalkarakter – okkurt gekk kanska ikki heilt sum ætlað.
Vit eru errin av tykkum øllum og ikki minst av tykkum, sum kanska skuldu stríðast mest fyri at koma her til. Tit hava víst vilja, sum kann føra tykkum langt. Tað kann kallast veruligur KARAKTERUR.
Og vit eru øll eisini meira enn eitt miðaltal, og tað eru alskyns møguleikar fyri tykkum øllum. Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at tað krevst ein høgur miðalkarakterur fyri at fáa eina góða útbúgving.
Seinasta summar var eg á eini framsýning í Keypmannahavn, sum kallaðist Michelangelo IMPERFECT. Tað var sjálvt heitið, sum gjørdi meg forvitna. Ein listaframsýning av verkum hjá stóra listamanninum Michelangelo sum ikki var perfekt – men IMPERFECT.
Michelangelo var ein sera kendur italskur listamaður, sum livdi frá 1475 til 1564. Kanska hava tit hoyrt um Michelangelo, og kanska onkur tykkara eisini hevur sæð onkur av listaverkum hansara, um tit t.d. hava verið í Sixtinska kapellinum í Pæturskirkjuni í Rom, har hann hevur málað loftið. Um tit ikki hava verið har, so kann eg viðmæla tykkum at fara inn har, um tit eina ferð koma til Rom.
Ein av hansara kendastu standmyndum er yvir 5 metur høga standmyndin av David, sum vit kenna frá bíbilsøguni, tá tann lítli David vann á stóra og mæta Goliat.
Hóast heitið IMPERFECT, so verður Michelangelo lýstur sum perfektionistur, og hann strembaði altíð eftir tí næstan ómøguliga, og tí – og kanska eisini nettupp tí – hevur hann latið eftir seg eftir nógvar standmyndir, sum ikki vóru lidnar – sum ikki vóru perfektar.
Í síni listarligu tilgongd arbeiddi Michelangelo kreativt við tí ikki-lidna og óperfekta. Tað er tað ikki-lidna og óperfekta, sum heldur okkum í gongd.
Vit liva í eini tíð, har alt kann redigerast. Filtrini á telefonini kunnu reinsa alt óynskt burtur, og sosialir miðlar vísa okkum altíð tær perfektu løturnar. Men tykkara tíð her á Glasi hevur ikki havt nakað filtur. Hetta hevur verið tað ektaða, tað óperfekta, og tað er soleiðis, at lívið skal livast og er. Tað er veruliga barlastin, tit taka við tykkum.
Michelangelo fann tað vakra í einum ráum steini. Hann sá eina standmynd fyri sær, tá hann byrjaði at høgga steinin. Júst sum tað er við okkum menniskjum – møguleikarnir liggja í at betra og arbeiða við tí óperfekta.
Michelangelo skapti ikki síni listarverk við at hyggja í ein fasitlista ella at spyrja Vitlíki. Tað var hart arbeiði við fleiri snávingarsteinum á vegnum. Tað eru ikki bara úrslitini, sum forma okkum, men tað er stríðið fyri at røkka úrslitinum.
Tit eru fyrsta ættarliðið sum fer inn í vaksnamannalívið, har vitlíki kann skriva alt fyri okkum, loysa uppgávur og greiningar uppá nøkur fá sekund.
Í fyrstu atløgu verða vit eisini imponeraði av, hvussu góð svarini eru, og onkur hevur kanska í skemti spurt: “er tað tørvur á menniskjum í framtíðini,“ tá nú vitlíki kann gera alt fyri okkum?
Skulu vit ikki bara útlisitera alt okkara tankavirksemi til eina maskinu, og so kunnu vit lena okkum afturá og njóta lívið?
Ella skulu vit spyrja: “hvat er virðið í, at ein maskina ger alt fyri okkum – hvat er virðið, tá vit sleppa frá at hugsa sjálvi?” Kann tað ikki samanberast við úrtøkuna, sum tá vit biðja ein persónligan venjara gera venjingarnar fyri okkum í venjingarmiðstøðini? Vit hvørki sveitta ella fáa pulsin upp.
Missa vit nakað, um vit útlisitera tankavirksemið til eina maskinu? Jú, vit missa evnini at meta um, at hugsa kritiskt, at seta spurningar, at arbeiða sjálvstøðugt, um tað altíð er ein algoritma, sum fortelur okkum, hvat vit skulu gera.
So nei, vit mugu ómøguligt lata maskinur, sum eru stýrdar av tech-gigantum, yvirtaka okkara tankavirksemi. Tað er tvørturímóti týdningarmiklari enn nakrantíð at hugsa sjálvstøðugt og kritiskt.
Týski heimspekingurin Hannah Arendt, sum var av jødiskum uppruna og var fødd í 1906, ávaraði ímóti tí, hon kallaði “TANKALOYSI”. Um vit gevast at hugsa, tá er veruligur vandi á ferð, og valdsharrarnir fáa ov lætt spæl. Hon vísti á, at tær størstu vanlukkurnar í søguni ikki eru hendar, tí fólk eru ónd, men tí at tey eru givin at hugsa, at seta spurningar og at ivast, m.a. tí at alt álit á, hvat er rætt og skeivt verður brotið niður.
Tað er ikki frítt, at vit standa við líknandi avbjóðingum í dag, har vit vera fylt við falstíðindum, misinformatión, konspiratiónsteorium og manipulerandi algoritmum.
So uppá spurningin, er tørvur á menniskjum – ja, tað er sanniliga tørvur á menniskjum. Samfelagið hevur brúk fyri menniskjum, sum hugsa sjálvstøðugt og kritiskt, menniskjum sum duga at orða seg, sum ivast, sum skilja, sum skapa, sum samstarva, sum taka ábyrgd, og kanska mest týdningarmikið av øllum, menniskjum sum hava kenslur. Bara á tann hátt kunnu vit varðveita og hjúkla um okkara fólkaræði.
Og eingin sigur hetta kanska betur enn Leonard Cohen, sum eg byrjaði við:
“There is a crack, a crack in everything. That’s how the light gets in.”
Tað er ein riva í øllum, og tað er soleiðis, at ljósið kemur inn.
Tað var henda rivan sum gjørdi, at Micelangelo kundi halda áfram at høgga – at hann fann standmyndina inni í steininum, og inni í standmyndini eina nýggja standmynd, og hann kundi halda fram til bert ivin stóð eftir.
Á sama hátt er tað henda rivan, sum vísir tykkum veg.
Nú tit fara á flog er ymiskt, hvar tit velja at flúgva.
Tit kunnu velja at flúgva høgt, og tit kunnu flúgva langt. Flúgva tit høgt, síggja tit langt, og sjónarvinkulin verður breiður.
Um tit flúgva langt, so vóni eg eisini, at tit eina ferð venda við og koma aftur til Føroyar. Vit hava brúk fyri tykkum øllum.
Nakrar pisur, sum longu heilt bókstaviliga hava flogið langt, eru nakrar av okkara hondbóltspisum, sum hava flogið heilt til Kina, har tær skulu kempa fyri Føroyar. Tær fáa ikki verið við okkum her í dag, so eg vil senda teimum eina heilsu og ynskja bestu eydnu.
So góðu, vøkru, skilagóðu og hugsandi ungu mennisku. Eg vóni, at vit hava gjørt mun fyri hvønn einstakan av tykkum, og tit nú eru klár at halda fram á lívsleið tykkara. At ganga á ókendum gøtum og tora at snáva og reisast aftur.
Farið nú út í summarið og feirið tað saman.
Og skal eg – sum júst havi verið saman við mínum gomlu floksfeløgum og feira, at tað eru 40 ár, síðan vit vórðu studentar – geva tykkum eitt síðsta góða ráðið, so er tað at halda saman – eisini í framtíðini – møtist og feiri lívið regluliga.
Hví? Tí tað er prógvað, at tað økir um lívsgóðskuna at halda saman við teimum, vit hava gingið í skúla saman við. Minnist bara til ikki at tetta rivuna, so einki ljós kemur inn.
Hjartaliga tillukku øll somul.