Forkunnug móttøka var á Glasi mikudag seinnapart, har okkara fyrrverandi starvsfelagi Róland í Skorini bleiv heiðraður av fronsku sendistovuni í Danmark.

Við fløggum, røðum, sangi og einari lítlari skrúðgongu fekk Róland handað “Ordre des Palmes académiques”, ið eitt franskt heiðursmerki, sum verður handað stórbærum akademikarum og lærararum, ið hava veitt sínar tænastur til universitetsheimin, útbúgvingarskipanina og vísindaheimin. Heiðursmerkið varð stovnað av Napoleon keisara í 1808 at lata til akademikarar á Sorbonne, men hevur síðani 1955 eisini verið latið fólki uttanfyri Fróðskaparsetrið í París. Og nú var so Róland í Skorini tilnevndur riddari (Chevalier) av “Ordre des Palmes académiques” beint her á Glasi.

Róland í Skorini fær heiðursteknið fyri á serliga virknan hátt at hava breitt út vitan um franskt mál, franska mentan og annars ymsa vitan um Frakland alt sítt professionella lív, men eisini í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta hava vit á Glasi so sanniliga eisini uppliva tey mongu árini Róland undirvísti og undirhelt okkum uppi í Hoydølum og úti her í Marknagili. Og nú tá hann hevur móttikið eitt riddara heiðursmerki fyri sítt lívslanga arbeiði, fer hann neyvan at minka um sítt virksemi í nærmastu framtíð.

Vit ynskja Rólandi eitt ovurstórt til lukku við hesum væl uppiborna heiðursmerkinum og alt tað besta framyvir 🙂